• Heim
  • Greinir
  • Myndir
  • Spyr Pól
  • Leita
Menu

Rúmdin

endaleys vitan
  • Heim
  • Greinir
  • Myndir
  • Spyr Pól
  • Leita
Á myndini sæst Mánin (ovast) skína um kapp við Venus, ið er okkara næsti granni og sum sæst mitt í myndini, og Jupiter til høgru. Hóast gongustjørnurnar eru tíggju- til hundraðtals milliónir av kilometrum frá hvør aðrari, verður hetta kallað samstøð…

Á myndini sæst Mánin (ovast) skína um kapp við Venus, ið er okkara næsti granni og sum sæst mitt í myndini, og Jupiter til høgru. Hóast gongustjørnurnar eru tíggju- til hundraðtals milliónir av kilometrum frá hvør aðrari, verður hetta kallað samstøður. Í havsbrúnni sæst reydliga ljósi frá Vetrarbreytini. Mynd: ESO / Y. Beletsky

Nær var samstøða millum Venus og Jupiter um leið ár 0?

February 17, 2020

Hey Pól!

Nær stóðu Venus og Jupiter tætt saman á luftini fyri um leið 2000 árum síðan?

Levi


Hey Levi!

Á netinum ber til at taka niður serlig forrit, har til ber at síggja, hvussu stjørnuhimmalin sær út ymsar tíðir á ymsum støðum á jørðini. Eg havi í mínari teldu eitt forrit, sum kann takast niður ókeypis á adressuni stellarium.org, og eg veit ikki betri ráð at svara hesum trupla spurningi, enn at leita á Stellarium.

Samstøður millum bjartar gongustjørnur hava verið nevndar sum ein av fleiri møguligum frágreiðingum viðvíkjandi frásøgnini um Betlehemsstjørnuna, og eg veit ikki um tað er hon, sum býr undir spurninginum, men biðja vit Stellarium um at síggja stjørnuhimmalin t.d. úr Bagdad í Irak, sæst, at Venus og Jupiter hava staðið tætt saman 12. august í árinum -2. Stellarium roknar við árinum 0, men tað gera kalendarar vist ikki, so hetta man hava verið í árinum 3 f.o.t (fyri okkara tíðarrokning).

Hesar báðar bjørtu gongustjørnurnar hava tá staðið í ein høgan vestan fyri sólsetur, og hava tí ikki verið lættar at sæð, men 17. juni í árinum 2 f.o.t. hava tær aftur verið í samstøðu eftir sólsetur. Tá hevur borið til at sæð tær somuleiðis í ein høgan vestan nakað væl uppi á luftini. Henda dag hava tær verið so tætt saman, at tað neyvan við berum eygum hevur borið til at sæð tær sum tvær gongustjørnur.

Um fólk hava verið í Føroyum tá, hevur verið truplari hjá teimum at síggja hesa samstøðuna millum Venus og Jupiter, tí kvøldini hjá okkum eru so ljós um hásummarið, og sæð úr Føroyum hava gongustjørnurnar nevnda dag staðið lágt yvir havsbrúnni, longu tá ið sólin fór í kav.

Vinaliga

Pól

Er lív í rúmdini? →

2020 © NÁM | © Tekstur: Beinta Johannessen