Vetrarbreytin

Milliardir og aftur milliardir av stjørnum eru bólkaðar saman í stjørnubreytir (galaksar), og tað eru hundraðtals milliardir stjørnubreytir í rúmdini! Ein teirra er Vetrarbreytin og har búgva vit.

Sólin við øllum sínum gongustjørnum er partur av stjørnubreytini, sum eitur Vetrarbreytin. Í henni eru Sólin og allar stjørnurnar, sum síggjast á náttarhimmalinum. Millum stjørnurnar rekast stór skýggj av gassi og dusti. Skýggini eru byggisteinar til nýggjar stjørnur.

Stødd og skap

Stjørnubreytir eru ymiskar í stødd og skapi. Summar hava skap sum ein spiralur Aðrar eru meira avlangar ella óregluligar. Men allar mala tær og flyta seg í rúmdini, eins og gongustjørnur og mánar flyta seg.

Vetrarbreytin er ein spiralstjørnubreyt. Høvdu vit hugt inn á kantin á henni, hevði hon sæð út sum ein pannukøka, við eini bungu í miðjuni. 

Tað ber ikki til at taka myndir av Vetrarbreytini uttanífrá, tí vit eru stødd inni í henni. Men hildið verður, at hon líkist nógv stjørnubreytini Andromeda. 

Ljósa rípan av stjørnum í hesari myndini av Norðdepil er miðjan í Vetrarbreytini. MYND: Jóannis Sørensen

Ljósa rípan av stjørnum í hesari myndini av Norðdepil er miðjan í Vetrarbreytini. MYND: Jóannis Sørensen

Hildið verður, at Vetrarbreytin líkist nógv stjørnubreytini Andromeda. Andromeda er tað longsta, vit síggja av Jørðini við berum eygum. Stjørnubreytin sæst sum ein kám toka á norðurhimmalinum. MYND: NASA