• Heim
  • Greinir
  • Myndir
  • Spyr Pól
  • Leita
Menu

Rúmdin

endaleys vitan
  • Heim
  • Greinir
  • Myndir
  • Spyr Pól
  • Leita
Sólin við øllum sínum gongustjørnum er partur av stjørnubreytini, sum eitur Vetrarbreytin. Í henni eru Sólin og allar stjørnurnar, sum síggjast á náttarhimmalinum.  Her sæst Vetrarbreytin á himmalinum uppi yvir ALMA stjørnukanningarstøði…

Sólin við øllum sínum gongustjørnum er partur av stjørnubreytini, sum eitur Vetrarbreytin. Í henni eru Sólin og allar stjørnurnar, sum síggjast á náttarhimmalinum.  Her sæst Vetrarbreytin á himmalinum uppi yvir ALMA stjørnukanningarstøðini í Kili. MYND: ESO/S. Guisard

Visti tú ...

April 20, 2016

...  at Vetrarbreytin er 100.000 til 120.000 ljósár í tvørmáti?

...  at tað eru 100 til 400 milliardir stjørnur í Vetrabreytini?

...  at Jørðin er 27.000 ljósár frá miðjuni á Vetrarbreytini?

...  at stjørnurnar í Vetrarbreytini mala um miðdepilin í breytini?

...  at Sólin hevur umleið 220 mió. ár at mala eitt umfar runt í Vetrarbreytini?

...  at okkara sól er á einum spiralarmi, sum eitur Orion-armurin?

In Vetrarbreytin, Rúmdin Tags Vetrarbreytin, stjørnubreyt
← Vandar í rúmdiniSmástjørnur →

2020 © NÁM | © Tekstur: Beinta Johannessen