Í fleiri enn 50 ár hava stjørnufrøðingar brúkt rúmdarfør at kanna Mánan. Mánin er einasti himmalknøttur, umframt Jørðina, sum fólk hava sett síni bein á.
Featured
Fótaspor, sum rúmdarfólk hava sett á Mánan, fara at standa sjónsk í milliónir ár, tí har er einki veður at káma tey burtur, tað vil siga hvørki regn, vindur ella kavi.
Á Mánanum er eingin luft, einki veður og einki lív. Mánin lýsir ikki sjálvur. Hann er tó ógvuliga bjartur at síggja til, tí tá ið Sólin lýsir á hann, virkar hann sum eitt endurskin.