Hey Pól!
Kann tað bera til, at tá ið Jørðin ikki riggar/eksploderar, flyta vit menniskju til eina exogongustjørnu at búgva? NASA sigur, at har er oxygen, vatn og land á gongustjørnuni.
Heilsan, Lea:)
Hey Lea!
Í 1993 skrivaði eg eina lítla stjørnufrøði, Sólskipanina. Á s. 27 stendur undir yvirskriftini “Einans jørð” soleiðis: Kanska er tað vanligt, at gongustjørnur mala um aðrar stjørnur!
Tá vistu vit ikki betur, men nú vita vit.
Í 1995 varð fyrsta exogongustjørnan funnin. Soleiðis nevna vit gongustjørnur um aðrar stjørnur enn sólina. Síðan hevur gingið skjótt, og nú vita vit um túsundtals exogongustjørnur. Fyrst vórðu bara stórar gassgongustjørnur funnar, men nú finna granskarar eisini gongustjørnur á stødd við jørðina.
Rúmdarfarið Kepler hjá Nasa hevur funnið tær flestu. Summar minna um jørðina, t.e., hitin er so passaligur, at flótandi vatn fær verið á teimum. Tað nýggjasta er, at eisini næsta grannastjørnan hjá sólini, Proxima, hevur gongustjørnur.
Tú spyrt, um vit kunnu fara til exogongustjørnur at búgva. Tað verður so ikki í bræði, tí tær eru so langt burturi. Vit hava ikki tøknina til so langar ferðir. Tí man vera best at ansa væl eftir okkara góðu jørð – helst betur enn vit hava gjørt higartil. Men kanska fert tú at uppliva, at fólk fara út á Mars at búgva – hvør veit.
Vinaliga
Pól