Vinalig heilsan,
Sissal Nolsøe
Hey Sissal!
Forsagnir um svørt hol eru grundaðar á 100 ára gamla relativitetsástøðið hjá Albert Einstein.
Granskarar ivast ikki í, at svørt hol eru til, hóast ikki ber til at síggja tey. Tey mugu tí verða funnin á annan óbeinleiðis hátt, t.d. við at staðfesta tyngdarávirkan teirra á aðrar himmalknøttir.
Eitt svart hol er eitt øki, har tyngdarkraftin er so sterk, at einki, sum kemur holinum nóg nær - ikki so mikið sum ljós – sleppur burtur aftur. Tí verða holini søgd at vera svørt, tey síggjast ikki!
Eg vildi ikki mælt til at gjørt eina ferð inn í eitt svar hol. Nærkaðist tú við fótunum fyrst, hevði tyngdin skrætt teg sundur, tí tyngdarkraftin við føruturnar hevði verið nógv sterkari enn tyngdarkraftin við høvdið.
Men lat okkum bara siga, at tú fleyg heilskapað inn í svarta holið. Hvat hevði tá hent?
Ein eygleiðari hevði sæð, at tú líkasum steðgaði upp, tá ið tú nærkaðist, tí fyri honum at vísa seg høvdu tíni sekund verið óendaliga long. Tíðin hevði líkasum steðgað upp, og tú vart ongantíð komin heilt inn á botn.
Fert tú á YouTube og skrivar Black Holes, finnur tú hópin av tilfari um svørt hol. Her eru t.d. tveirfilmar:
Vinalig
Pól