Hey Pól!
Missir man sjónina, tá ið man er í rúmdini?
Bjørt
Hey Bjørt!
Nei, rúmdarfólk missa ikki sjónina, men nógv teirra hava leingi klagað um, at rúmdarferðir hava gjørt sjónina veikari.
Kanningar hava víst, at hjá teimum, sum hava verið drúgvar ferðir í rúmdini, eru broytingar í sjónini staðfestar hjá um leið helminginum. Hetta eru fólk, sum hava verið eitt hálvt ár ella longur í vektloysi. Hjá teimum, sum hava verið styttri enn hálvt ár í rúmdini, er sjónin broytt hjá um leið einum fjórðingi.
Enn er ikki greitt, júst hvør orsøkin til hetta er. Kropsbygnaðurin hjá okkum menniskjum er lagaður til umstøðurnar á okkara himmalknøtti. Tyngdin togar t.d. blóðið niður í beinini, men hjá teimum, sum sveima í vektloysi í rúmdarførum er heilt øðrvísi. Tey merkja ikki tyngdina, sum vit gera. Tí er einki í rúmdarførunum, sum eitur upp og niður. Vøddarnir vikna, og blóðið setur til høvdið. Trýstið á heila og mønu broytist eisini. Tað kann kanska vera ein orsøk, at sjónin eisini viknar. Hetta man geva teimum, sum ætla at fara til Mars nakað at hugsa um, tí tær ferðirnar verða drúgvar, hálvttriðja til trý ár.
Vinaliga
Pól