• Heim
  • Greinir
  • Myndir
  • Spyr Pól
  • Leita
Menu

Rúmdin

endaleys vitan
  • Heim
  • Greinir
  • Myndir
  • Spyr Pól
  • Leita
Mynd: Wikimedia

Mynd: Wikimedia

Hví minka vøddar í rúmdini?

October 8, 2018

Hey Pól!

Hví minka vøddar í rúmdini?

Ger tað nakað?

Og hvat verður gjørt fyri at vøddar ikki óneyðugt skulu fáa skaða í rúmdini?

Joan


Hey Joan!

Kropsbygnaðurin hjá okkum menniskjum er lagaður til umstøðurnar á okkara himmalknøtti. Vit merkja alla tíðina atdráttarkraftina frá jørðini. Hon togar í okkum, t.e. vit hava tyngd. Vit hava t.d. sterkar beinvøddar; annars bar ikki til at standa á beinunum.

Jørðin togar sjálvandi eisini í rúmdarførini, men hon togar somuleiðis í fólkini í teimum. Rúmdarfólkini sveima tí í vektloysi inni í rúmdarfarinum. Tað svarar til at vera í fríum falli.

Ímynda tær, at tú ert í einari lyftu, og at veirurin brádliga slitnar. Tá hevði eingin kraft verið millum teg og lyftuna. Tá hevði tú ikki merkt tyngdina. Tú hevði verið í vektloysi, og í vektloysi eru ikki somu krøv til sterkar vøddar.

Tí vikna vøddarnir hjá rúmdarfólkum, serliga hjá teimum, sum hava verið á drúgvum rúmdarferðum. Tey mugu styðjast, tá ið tey koma aftur á jørðina.

Til at fyribyrgja at vøddarnir vikna ov nógv, mugu rúmdarfólk venja. Tað er ikki heilt einfalt í vektloysi, men tað ber til. Tú hevur helst sæð í sjónvarpi, hvussu tey t.d. kunnu brúka rennibond. Tey verða bundin í serligar elastiskar selar, sum halda teimum niðri á bandinum.

Vinaliga
Pól

← Hví fær man rúmdarsjúku, tá ið man fer í rúmdina?Missir man sjónina, tá ið man er í rúmdini? →

2020 © NÁM | © Tekstur: Beinta Johannessen