Hey Pól!
Hví fær man rúmdarsjúku, tá ið man fer í rúmdina?
Lena
Hey Lena!
Í innoyranum hava vit menniskju gøgn, sum alla tíðina hjálpa okkum at halda javnvágina. Tyngdin, sum støðugt togar í okkum, ger, at vit ivast ikki í, hvat er upp og niður, og vøddarnir arbeiða alsamt, so vit ikki fara um koll.
Pinkubørn, sum ikki duga at ganga, mugu stríðast fyri at læra seg at halda javnvágina, men vaksnum fólki nýtist ikki at hugsa um tað, tí skipanin virkar av sær sjálvum.
Hjá summum fólkum kemur tó ólag á hesa skipan, tá ið tey eru á sjónum. Tey fáa kvalma og vilja spýggja. Sjóverk nevna vit tað. Onnur fáa koyriverk í akførum og flogverk í flogførum.
Fólk í rúmdarførum merkja ikki tyngdina á sama hátt sum vit. Tey sveima í vektloysi og her er einki, sum sigur teimum, hvat er upp og niður. Tí kemur eisini ólag á skipanina, sum stýrir javnvágini hjá teimum. Tey fáa rúmdarsjúku, rúmdarverk. Um leið helmingurin av teimum, sum hava verið úti í rúmdini hava trupulleikar av hesum. Eftir fáum døgum javnar hetta seg tó hjá teimum flestu, júst sum vit kunnu hoyra sjómenn siga frá, at teir sluppu av við sjóverkin, tá ið ein tíð var fráliðin.
Vinaliga
Pól