• Heim
  • Greinir
  • Myndir
  • Spyr Pól
  • Leita
Menu

Rúmdin

endaleys vitan
  • Heim
  • Greinir
  • Myndir
  • Spyr Pól
  • Leita
Okkara sólskipan. Mynd: pixabay

Okkara sólskipan. Mynd: pixabay

Passar tað, at ein nýggj gongustjørna er í okkara sólskipan?

October 10, 2018

Hey Pól!

Passar tað, at ein nýggj gongustjørna er í okkara sólskipan?

Salomon


Hey Salomon!

Vit rokna í løtuni við 8 gongustjørnum í sólskipanini. Pluto, sum varð funnin í 1930, hevði støðu sum 9. gongustjørnan til 2006. Tá varð avgjørt, at Pluto ikki longur skuldi roknast upp í tær rættiligu gongustjørnurnar, hóast vit nú vita, at hon hevur bæði lofthav og 4 mánar.

Orsøkin til hesa avgerð var, at granskarar tá vistu um fleiri slíkar smáar ísakaldar himmalknøttir har úti á leiðini, sum Pluto er. Hesir knøttir verða nú nevndir smágongustjørnur ella dvørgagongustjørnur.

Fyri nøkrum árum síðan frættist so frá Nasa, at rørslurnar hjá hesum ytru smágongustjørnunum kundu bent á, at ein stórur tungur knøttur uttarlaga í sólskipanini togaði í tær. Enn eru hetta bara gitingar, men granskarar leita nú veruliga eftir einari 9. gongustjørnu.

Hildið verður, at talan kann vera um ein stóran gassknøtt, nakað sum Neptun, sum gongur í einari ógvuliga avlangari rás, og sum vigar einar tíggju ferðir tað, sum jørðin vigar.

Amboðini, sum granskararnir hava til taks, verða alsamt betri, so kanska fara vit einaferð at frætta um eina nýggja gongustjørnu í okkara sólskipan.

Vinaliga

Pól

← Ber til at koyra trø út í rúmdina?Hví fær man rúmdarsjúku, tá ið man fer í rúmdina? →

2020 © NÁM | © Tekstur: Beinta Johannessen