Vit síggja nógv ymiskt á náttarhimmalinum við berum eygum og enn meira um vit brúka ein rúmdarkikara. Men hvar er rúmdin og hvat er í henni og hvussu stór er hon?
Alheimurin (universið) er alt, sum er til, eisini tað, sum vit ikki síggja og einki vita um.
Á Jørðini er næstan ongantíð fríður. Beint nú hoyrir tú kanska prát frá floksfelagum, eina fartelefon, sum plingar, ein bil, sum brummar ella eina hurð, sum klamsar. Men í rúmdini púra stilt. Hví man tað vera?
Um ein astronautur hevði sveimað úti í rúmdini við ongari vernd, hevði hann skjótt doyð.
Nógvir stjørnufrøðingar halda, at tað var ein smástjørna, sum gjørdi av við dinosaurarnar. Hildið verður, at hon datt niður í Miðamerika fyri 65 milliónum árum síðan og var sum eitt fjall til støddar.
Rundan um Jørðina er tjúkt lag av luft, sum vit nevna lofthav (atmosferu). Lofthavið verður tynri og tynri longri burtur vit koma frá Jørðini og tynnist at enda burtur í einki. Tað er her, rúmdin byrjar.
Stjørnur eru teir vanligastu himmalknøttirnir í rúmdini. Tær verða til inni í risastórum skýggjum av gassi og dusti. Vit nevna skýggini tokur.