Nógv halda, at tað onkuntíð fer at vera vanligt at ferðast út í rúmdina og enntá til aðrar gongustjørnur. Og kanska er nakað um tað, tí vanlig fólk hava ferðast út í rúmdina síðan 2001 í russiskum og amerikonskum rúmdarførum.
Einaferð fara kanska stór gistingarhús at sveima í ringrás um Jørðina. Tá fer at bera til at skipa fyri útferðum til Mánan.
Tað er ikki bara sum at siga tað at fara á vesið ella leggja seg at sova úti í rúmdini, tí í rúmdini valdar vektloysi ...
Fyrstu rúmdarferðirnar hjá fólki vóru stuttar. Nú hava vit stórar rúmdarstøðir, har astronautar kunnu búgva og arbeiða í rúmdini í vikur og mánaðir.
Tað tekur einum rúmdarfari 90 minuttir at fara eina ferð runt um Jørðina. Men hvussu lætt er tað at koma út í rúmdina?
Fótaspor, sum rúmdarfólk hava sett á Mánan, fara at standa sjónsk í milliónir ár, tí har er einki veður at káma tey burtur, tað vil siga hvørki regn, vindur ella kavi.
Fyrstu ‘astronatarnir’ vóru dýr. Fyrst vóru flugur sendar út í rúmdina, síðan mýs, apur og hundar.
At arbeiða í rúmdini er strævið og vandamikið og krevur nógva venjing. Enntá áðrenn venjingin byrjar, eru tað nøkur ting, tú verður noydd/ur at hugsa um!
Stjørnur eru teir vanligastu himmalknøttirnir í rúmdini. Tær verða til inni í risastórum skýggjum av gassi og dusti. Vit nevna skýggini tokur.