Hvar skal eg hyggja at stjørnubreytini?

Hey Pól

Um eg vil síggja stjørnubreytina, hvar skal eg so hyggja? Og nær sær ein hana?

Petur


Hey Petur

Eg giti, at tú hugsar um okkara stjørnubreyt, vetrarbreytina, og har er tað so, at vit eru stødd inni í vetrarbreytini, nakað uttarlaga á. Tí kunnu vit ikki síggja hava uttanífrá, men hyggja vit tann vegin, har tjúkkast er fyri av stjørnum, í miðplaninum í breytini, hóma vit líkasum eitt gráligt tám eftir luftini. Hetta támið, sum er ljósið frá nógvum stjørnum, verður eisini nevnt vetrarbreytin. Og tað sæst altíð, tá ið líkindini eru til tað, t.e. tú skalt vera onkustaðni, har sum tað er bølamyrkt, og hetta skal vera í niðu, tá ið eingin máni er.

Vit síggja tó ikki langt við berum eygum, tá ið vit hyggja í kantin á vetrarbreytini – bara nøkur hundrað ljósar, tí har er so tjúkt fyri av gassi og dusti.

Mynd 1 vísir, hvar vetrarbreytin er á luftini. Eg plagi at finna stjørnumyndina Cassiopeiu fyrst, og so brúka hana sum ýti, tí vetrarbreytin fer ígjøgnum Cassiopeiu. Kanna myndina gjølla og lær teg at finna Cassiopeiu, t.d. við at leingja afturgalvin í Kalsvongi tvørtur um Norðstjørnuna.

Mynd 1. ©️Pól Jespersen. (Sí størri mynd)

Mynd 1. ©️Pól Jespersen. (Sí størri mynd)

Hyggja vit ikki í kantin á vetrarbreytini, men aðrar vegir, ber til at síggja væl longri við berum eygum. Einasta rættiliga stjørnubreyt, sum sæst við berum eygum í síni heild, er Andromeda, sí mynd 2.

Til at finna hana á luftini plagi eg eisini at brúka Cassiopeiu. Tú skalt klúgva høgra v´ið í w´num og fara niður eftir hesari strikuni, sum myndin vísir. Tá ið tú kemur til eina bjarta stjørnu, fert tú á skák uppeftir til høgru til eina aðra stjørnu, og so eitt petti afturat eftir somu kós. Tá hómar tú í bestu líkindum ein ógvuliga káman gráan blett á luftini. Hetta er ljósið frá hundraðtals milliardum stjørnum í Andromedabreytini.

Tað er einki at siga til, at hetta ljósið er kámt, tí tað hevur gingið so langa leið. Tað hevur nevniliga verið ávegis til okkara í um leið 2,5 milliónir ár!

Vh

Pól

Mynd 2. ©️Pól Jespersen. (Sí størri mynd)

Mynd 2. ©️Pól Jespersen. (Sí størri mynd)

Kunnu vit fara til exogongustjørnur at búgva?

Hey Pól!

Kann tað bera til, at tá ið Jørðin ikki riggar/eksploderar, flyta vit menniskju til eina exogongustjørnu at búgva? NASA sigur, at har er oxygen, vatn og land á gongustjørnuni.

Heilsan, Lea:)

 

Hey Lea!

Í 1993 skrivaði eg eina lítla stjørnufrøði, Sólskipanina. Á s. 27 stendur undir yvirskriftini “Einans jørð” soleiðis: Kanska er tað vanligt, at gongustjørnur mala um aðrar stjørnur!

Tá vistu vit ikki betur, men nú vita vit.

Í 1995 varð fyrsta exogongustjørnan funnin. Soleiðis nevna vit gongustjørnur um aðrar stjørnur enn sólina.  Síðan hevur gingið skjótt, og nú vita vit um túsundtals exogongustjørnur. Fyrst vórðu bara stórar gassgongustjørnur funnar, men nú finna granskarar eisini gongustjørnur á stødd við jørðina.

Rúmdarfarið Kepler hjá Nasa hevur funnið tær flestu. Summar minna um jørðina, t.e., hitin er so passaligur, at flótandi vatn fær verið á teimum. Tað nýggjasta er, at eisini næsta grannastjørnan hjá sólini, Proxima, hevur gongustjørnur.

Henda exogongustjørnan í HD-188753 skipanin líkist Jupiter. Hon er 149 ljósár frá Jørðini og hevur tríggjar sólir. gongustjørnan verður samaborin við gongustjørnuna Tatooni í Star Wars, sum er heimstaðurin hjá Luke Skywalker. (Mynd: NASA)

Henda exogongustjørnan í HD-188753 skipanin líkist Jupiter. Hon er 149 ljósár frá Jørðini og hevur tríggjar sólir. gongustjørnan verður samaborin við gongustjørnuna Tatooni í Star Wars, sum er heimstaðurin hjá Luke Skywalker. (Mynd: NASA)

Tú spyrt, um vit kunnu fara til exogongustjørnur at búgva. Tað verður so ikki í bræði, tí tær eru so langt burturi.  Vit hava ikki tøknina til so langar ferðir. Tí man vera best at ansa væl eftir okkara góðu jørð – helst betur enn vit hava gjørt higartil. Men kanska fert tú at uppliva, at fólk fara út á Mars at búgva – hvør veit.  

Vinaliga

Pól